Vaktir
Tá ið nógv fólk savnast, hava fryntlig og árvakin vaktarfólk alt at siga. Tú vegleiðir gestirnar og hjálpir til við praktiskum uppgávum til kappingar, við girðingar, inngongdir og aðrastaðni og heldur økið kring tiltak og áskoðarapláss ruddilig. Til tiltøk so sum setan, heiðursmerkjahandanir, endahátíð, Games Street og størri kappingar hjálpir tú til áðrenn, undir og aftaná. Tað vil siga, at tú fyrireikar, prýðir, setur upp, hevur skil á palli og heiðursmerkjum og tryggjar, at fólk eru á røtta stað til tíðina. Aftaná ruddar tú av.
Her hóska fólk, sum:
Hava gott yvirlit, eru væl skipað og rólig. Duga enskt, eru avgjørd, men samstundis vinalig. Duga at síggja, hvar tørvur er, og eru skjót at hjálpa til.