Oyggjaleikir

Síðan 1985 hava oyggjaleikir savnað ung ítróttafólk úr smáum oyggjasamfeløgum um heimin til eina ítrótta- og mentanarliga hátíð, sum hevur knýtt og knýtir vinaløg tvørtur um høv. 

Leikirnir verða hildnir annaðhvørt ár við meira enn 2.000 íðkarum úr oyggjum í Norðuratlantshavi, Miðjarðarhavinum, Karibia og aðrastaðni, sum kappast í meira enn 10 ítróttagreinum.

Hetta gevur íbúgvunum í oyggjunum møguleika til at kappast á altjóða stigi og umboða sítt egna samfelag.

Fyrstu leikirnir vórðu hildnir í Isle of Man í 1985. Tá vóru 700 íðkarar úr 15 oyggjum. Síðani eru leikirnir vaksnir nógv, og vænta fyrireikararnir eini 2.500 íðkarar í 2027. 

Fleiri ítróttafólk í heimsflokki byrjaðu sína altjóða yrkisleið í oyggjaleikum. Nevnast kunnu Mark Cavendish, súkklari úr Isle of Man, Cydonie Motersille, svimjari úr Cayman oyggjunum og okkara egni Pál Joensen. 

Oyggjaleikir snúgva seg um meira enn bara heiðursmerki. Leikirnir eru ein ítróttahátíð, sum umboðar dirvi og samanhald eins og ein møguleiki hjá ungum at liva sín dreym um at kappast altjóða í ítrótti.