Oyggjaleikanevndin

 Sjey fólk eru í Oyggjaleikanevndini 27, sum er fyrireikingarnevndin og stendur á odda fyri leikunum í Føroyum í 2027.

  • Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar er formaður og hevur fíggjarliga og verkætlanarliga ábyrgd.

  • Annleyg Lamhauge, Visit Faroe Islands, umsitur flutning innanoyggja, gisting og vistarhald.

  • Niels Mortensen, stjóri í p/f SMS, hevur fíggjarlig og handilslig um hendi.

  • Doris Bjarkhamar, ráðgevi á løgmansskrivstovuni, hevur ábyrgdina av tilbúgvingini. 

  • Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, umsitur setan, endahátíð og onnur ítróttalig og mentanarlig tiltøk.

  • Anna Maria Toftegaard hevur tey sjálvbodnu, burðardygd, kunning og sosialar miðlar um hendi. 

  • John Kjær umboðaði ÍSF á fyrstu oyggjaleikum í Isle of Man í 1985 og bleiv limur í starvsnevndini í IIGA sama ár. John hevur verið við líka síðani, og hann er serligur ráðgevi hjá oyggjaleikanevndini 2027. 

Skrivari í nevndini er Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari.