Klipp
Klipp er maskotturin hjá Betri Oyggjaleikum.
Um tit kundu hugsað tykkum at fingið Klipp við til tykkara tiltak, so er bara at senda okkum ein fyrispurning.
Gunn Sloan Müller og Finn Ólafur Guðmundssson hava teknað Klipp.
Frida Bogadóttir og Brandur Bárðarson áttu hvør sítt uppskot um navnið Klipp.
Lesandi á klædnaatstøðisútbúgvingini á Glasi hava gjørt Klipp.
Hannis Egholm hevur tillagað tekningina, og Sansir hava latið Klipp í.
Og so hevur Klipp sína egnu heilt serstøku søgu. Hana kunnu tit lesa niðanfyri: 👇
Klipp droymir stórar dreymar um Betri Oyggjaleikir í Føroyum í 2027
Kenna tit Klipp?
Klipp er tjaldur, sum grulvaði út úr egginum í haganum í Føroyum, men sum heldur vetrarferiu niðri í Wales á hvørjum ári, júst sum nógv onnur tjøldur gera.
-Vit oyggjatjøldur elska ítrótt, men allarbest dámar okkum oyggjaleikir. Eg haldi, at teir eru gjørdir fyri okkara skyld, so at tjøldrini kunnu hittast heima hjá hvørjum øðrum. Og hesa ferð verða leikirnir heima í Føroyum, har eg kom út úr egginum, sigur Klipp fegið við hini ungtjøldrini.
-Fyrsta kappingin verður, tá ið vit øll flúgva heim til Føroya. Tey siga, at hetta er ein kapping fyri menniskju, men har verða tey snýtt, tí menniskju duga ikki at flúgva, men tað duga vit.
Hetta sigur Klipp, sum elskar ítrótt og at flúgva uppiyvir, har fólk kappast ella venja ítrótt. Sum tjøldrum flest, so dámar Klippi sera væl at renna. Onkuntíð kappast Klipp við hini tjøldrini. Klipp heldur, at tað er kul at vinna, men tað ger Klipp ikki altíð, og tá hongur nevið eitt sindur niðureftir eina lítla løtu, men tað er eisini ok. Skjótt er alt gott aftur, tí tað kann gott vera stuttligt, sjálvt um mann ikki vinnur hvørja ferð.
Men har er eitt, sum Klippi ikki dámar, og tað er, tá ið hini happa onkran. Tað heldur Klipp vera nokk so keðiligt. Tí roynir Klipp altíð at minnast til ikki sjálvt at arga hini tjøldrini, tá ið tað vinnur á teimum.
So ein dagin, fortaldu tey eldru tjøldrini aftur søgur um seinastu Oyggjaleikirnar í 1989, og um lundan Pidda, sum tá var maskottur fyri leikirnar.
-Hvat er ein mastottur? spurdi Klipp.
-Ikki mastottur. Maskottur. Jú, ein maskottur er eitt slag av eydnudjóri, segði tað gamla tjaldrið.
-Tann, sum bestemmar á Oyggjaleikunum, er Ítróttasamband Føroya. Tey siga, at djór kunnu ikki kappast, tí tað kunnu bara fólk gera. Men tað stuttliga er, at tey velja eitt djór, sum skal umboða Oyggjaleikirnar. Maskotturin ella eydnudjórið skal hjálpa til at gera fólk glað og fáa áskoðarar at rópa á og stuðla teimum, ið kappast. Tí vilja øll djór sjálvandi fegin sleppa vera eydnudjór.
Og hoyrið nú her. Nú er tað spennandi hent, at Oyggjaleikanevndin hevur sagt, at hesa ferð skal eitt tjaldur vera maskottur á Oyggjaleikum í 2027.
Nú fóru øll ungtjøldrini upp at vasa:
- Ja, ja, vit vera við, klipp klippeklipp og klipp og tig, róptu tey.
Nú fór Klipp av álvara at droyma stórar dreymar. Kundi tað blíva eydnudjórið hjá Oyggjaleikunum?
Tey eldru tjøldrini fundaðust eina løtu og søgdu so, at tey fóru at velja tað ungtjaldrið, ið hevði klárað seg best á øllum økjum.
-Vit mugu minnast, at vit eru tjóðfuglur í Føroyum, søgdu tey.
Klipp fór beinanvegin at venja. Hvønn dag rann tað fram við strondini, ja, nógv meir enn vanligt. Tað fleyg langar túrar í haganum og millum oyggjarnar. Klipp eggjaði hinum ungtjøldrunum at koma við sær á flog og út at venja og kappast.
Tá ið fólk runnu og súkklaðu á landsvegnum, fleyg Klipp undir liðini á teimum. Klipp helt heilt vist, at tey fóru at súkkla og renna skjótari, tá ið tað fleyg saman við teimum og sang sín merkissang, ið tað sjálvt hevði yrkt: ’Klippklipp, klippklipp, klippekliii, venjing hevur styrki við'.
-Jaaa. Tað virkar, flenti Klipp.
-Nú fara vit skjótt at flúgva heim til oyggjaleikirnar, og har fara vit at flúgva saman við fólkunum, sum kappast og eggja teimum til at gera sítt besta, segði Klipp við hini.
-Vit fara at luttaka í tí mesta, men eg haldi ikki, at vit fara inn í svimjihallirnar og ítróttarhallirnar, tí okkum dámar best undir fríum himli, og har rópa tey eisini so øðiliga hart. Men vit fara at flúgva um alt landið, tí har vera nógvar kappingar. Allar oyggjar móti øllum. Tað verður spennandi.
Tá ið várið kom, og øll tjøldrini skuldu flúgva úr Wales og heim til Føroya, hevði Klipp flogið og vant so nógv, at tað føldi seg sannført um, at tað fór at vinna flúgvikappingina heim.
Men onkuntíð gongst ikki, sum vit vóna og ætla, og soleiðis var við einum av hinum ungtjøldrunum, sum eisini hevði vant nógv. Hálva leið til Føroya fekk tjaldrið krampa og mundi mist flogið.
Tá mintist Klipp, hvussu væl tað eydnaðist við súkklarunum og rennarunum, tá ið tað sang fyri teimum. Og nú legði Klipp seg undir liðina á hinum tjaldrinum, sum hevði ilt í veinginum, og sang sín merkissang ’Klippklipp, klippklipp, klippiklii, venjing hevur styrki við’, og mín sann um tað ikki hjálpti, men ferðina mistu tey eitt sindur bæði, tí nú flugu tey ikki so skjótt.
Tá ið tey lendu í Føroyum var Klipp nummar 3. Nú fór ikki at eydnast at gerast eydnudjór hjá Oyggjaleikum, hugsaði Klipp.
Tá ið øll tjøldrini vóru komin heim, varð kallað til tjaldursting. Elsta tjaldrið skuldi nú velja tað tjaldrið, sum hevði klárað seg best.
Gamla tjaldrið segði, at fyri at hava víst sera góðan ítróttaranda, tá ið Klipp steðgaði á at hjálpa hinum, sum fekk krampa, og fyri altíð at spjaða ítróttargleði, og fyri sína miðvísu venjing varð Klipp valt at vera maskottur fyri Betri Oyggjaleikir 2027.
-Jaaa. Eg eri ein mastottur, eitt eydnudjór og eitt klemmidjór. Komið bara øll her og fáið eitt klemm!
Klipp hoppaði upp og niður á sínum reyðu beinum og var so fegið, so fegið, og hini ungtjøldruni flákraðu uttan um tað. Tey hildu eisini Klipp vera ein góðan vin, og at tað ofta hjálpti hinum, og tí hildu tey tað vera heilt ókey, at Klipp varð valt at umboða Føroyar og tjaldursflokkin.
