Dátuverndar-politikkur

Kunning um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

1. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband okkum?

Betri Oyggjaleikir er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónsupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. 

Betri Oyggjaleikir, Eystara Bryggja 30
FO-100 Tórshavn, V-tal: 672459
tel: 220120
tp: faroeislands27@faroeislands27.fo

2. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
Tá ið tú meldar teg sum sjálvboðin til Betri Oyggjaleikir, gevur tú títt loyvi til, at vit viðgera tínar persónsupplýsingar. Betri Oyggjaleikir viðger persónsupplýsingarnar í sambandi við tilmelding, fyriskipan og upplæring av sjálvbodnum til oyggjaleikirnar. 

Viðgerðin er neyðug til at kunna skráseta og samskipa vaktir í mun til sjálvboðoð arbeiði .

Eisini er viðgerðin neyðug til tess at kunna samskifta við tey sjálvbodnu og avvarðandi ábyrgdarpersónar um uppgávur. Hetta ger seg galdandi bæði undan, undir og eftir oyggjaleikirnar. Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini, tí viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti/a er partur í sum sjálvboðin til oyggjaleikirnar.

Harumframt er heimildargrundarlagið fyri viðgerðini eisini at finna í § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini um heimilað áhugamál. Hetta ger seg galdandi við atliti at upplæring av teimum sjálvbodnu undan oyggjaleikunum og í sambandi við eftirmeting, tá ið oyggjaleikirnir eru lidnir.

Tá ið oyggjaleikirnir eru lidnir, nýta vit upplýsingarnar til hagfrøðilig endamál. Vit strika tó persónligar upplýsingar og samskiftisupplýsingar, tá ið tiltakið er av, og vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur.

Heimildargrundarlagið fyri hesari viðgerð er í § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini um heimilað áhugamál.

Viðgerð av persónsupplýsingum um revsiverd viðurskifti
Summar uppgávur krevja, at barnaváttan fyriliggur. 
Hetta er serliga viðkomandi fyri tey sjálvbodnu, sum fara at hava uppgávur, har børn og ung eru, t.d. í sambandi við gisting á oyggjaleikum.

Í hesum sambandi verður biðið um samtykki frá skrásetta til at heinta inn barnaváttan. Heimildin er í dátuverndarlógini § 13, stk. 3.

3. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónsupplýsingum um teg:

Vanligar persónsupplýsingar:
Navn
Bústað
Kyn 
Aldur
Telefonnummar
Teldupost

Viðkvæmar persónsupplýsingar:
Er talan um sjálvboðin, sum fara at arbeiða við børnum og ungum, verður biðið um samtykki til at heinta inn barnaváttan.

4. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Vit víðarigeva tínar persónupplýsingar til hesar móttakarar:
HR toymið og leiðslan, sum samskipar vaktarskema hjá teimum sjálvbodnu.
Viðkomandi ábyrgdarpersónar, sum skulu leiða tey sjálvbodnu.

Viðkvæmar persónsupplýsingar verða ikki víðarigivnar uttan samtykki frá skrásetta.

5. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Upplýsingarnar stava frá tilmeldingarskjalinum, sum tann skrásetta/i fyllir út í sambandi við tilmelding. Í sambandi við møguligar viðkvæmar persónsupplýsingar stava hesar frá Det Centrale Kriminalregister, sum útflýggjar barnaváttanir. 
Viðkomandi, ið váttanin snýr seg um, skal á oyðublaðnum skrivliga geva samtykki til, at barnaváttan verður útflýggjað.

6. Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingarnar verða goymdar
Vit goyma tínar persónupplýsingar í tíðarskeiðnum frá tí, at tú meldar teg til sum sjálvboðin, til oyggjaleikirnir eru lidnir. Tá ið oyggjaleikirnir eru lidnir, verða persónsupplýsingar strikaðar. 

Vit goyma tó upplýsingar so sum eftirmeting, tal á sjálvbodnum og býtið á sjálvbodnum til hagfrøðilig endamál.

7. Rætturin til at taka samtykki aftur
Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum. Sí samskiftisupplýsingar í 1. broti.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

8. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum. Sí samskiftisupplýsingar í 1. broti.

Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálva/n rættaðar.

Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálva/n strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða.
Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit frameftir í útgangsstøðinum bert goyma persónsupplýsingarnar. 

Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. 
Tú kanst altíð mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

9. Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni, www.dat.fo.