Risin Og Kellingin

Virðisgrundarlag

🌟 Visjón

Betri Oyggjaleikir vilja skapa karmar fyri framhaldandi menning og vøkstri í føroyskum ítrótti, stimbra felagsandan og ítrótta- og rørslugleðina í øllum føroyingum og virka sum lopfjøl hjá íðkarum inn á størri altjóða ítróttapallar.

💛 Virði

Fólksligt
Betri Oyggjaleikir skulu vera eitt fólksligt, fevnandi og forvitnisligt ítróttatiltak merkt av gestablídni og stuttleika.

Ítróttarandi
Á Betri Oyggjaleikum valda ítrótta- og felagsandi, har íðkarar, sjálvboðin og áskoðarar í felag virka fyri at skapa og spjaða ítróttagleði og felagsskap.

Tryggleiki
Við at skapa best møguligu karmar at virka sum íðkari, sjálvboðin, fyriskipari og áskoðari undir Betri Oyggjaleikum vilja vit skapa eina felagskenslu av at eydnast.

🎯 Missión

Vit virka fyri, at: 

  • ítróttakappingarnar verða professionelt avgreiddar undir framúr umstøðum.

  • skapa nakað týðandi, sum eftir leikirnar liggur eftir og gagnar landi, fólki og ítrótti í langa tíð.

  • so stórur partur av Føroya fólki sum til ber er virkin partur av leikunum.

  • fagna føroyska fólkinum, náttúruni og framleiðsluni.

  • tryggja at Betri Oyggjaleikir 2027 verða so umhvørvisvinaligir sum til ber.

 🏁 Mál

  • 50 prosent av teimum sjálvbodnu á Betri Oyggjaleikum eru sjálvboðin eftir leikirnar.

  • Føroyingar fara at røra seg meira.

  • Prógva, at Føroyar eru mentar at hýsa so stórum altjóða tiltøkum.

  • Lopfjøl hjá íðkarum til størri, altjóða kappingar.

  • Vinabond knýtt millum oyggjar og tvørtur um høv.