Betri Oyggjaleikir
Í november 2023 vendi altjóða oyggjaleikanevndin, IIGA, sær til Ítróttasamband Føroya fyri at vita, um Føroyar kunnu hýsa oyggjaleikum í 2027.
Upprunaliga høvdu Føroyar ikki tørn fyrr enn í 2031, men av tí at Ynys Môn tók seg aftur sum vertsoyggj, manglaði IIGA nú eina vertsoyggj í 2027.
Ítróttasamband Føroya játtaði alt fyri eitt, og tann 22. desember 2023 almannakunngjørdi ÍSF, at Føroyar skulu hýsa oyggjaleikum í 2027.
Fyrireikingar
Fyrst í 2024 fóru fyrireikingarnar av álvara í gongd.
IIGA var á undanvitjan í apríl, í mai var oyggjaleikasamskipari settur og í september vóru bæði búmerki og samleiki kunngjørd eins og tey seks fíggjarligu samstørvini hjá leikunum og almenna heitið á leikunum:
Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir
Betri er navnasamstarv, meðan hini fíggjarligu samstørvini eru Atlantsflog, Bakkafrost, SMS, MBM og Smyril Line.
Við hesum avtalunum og játtanini frá Føroya Løgtingi var fíggjarliga grundarlagið undir Betri Oyggjaleikum tryggjað í september 2024, og arbeiðið við at fyrireika leikirnar lagt í tryggar karmar.