Um
Føroyar eru til reiðar og gleða seg at vera vertir fyri Betri Oyggjaleikum 2027.
Talan er um higartil størsta tiltak í Føroyum, og vænta vit einar 2.500-3.000 gestir. Oyggjaleikasamskipari er Solby Christiansdóttir, og ítróttafyriskipari er Poula Michelsen.
Aftan fyri tær báðar standa bæði føroyska oyggjaleikanevndin og Ítróttasamband Føroya.
Føroyska oyggjaleikanevndin er mannað við sjey ágrýtnum og arbeiðssomum fólkum, og við tíðini fer toymið av sjálvbodnum bara at vaksa og vaksa og vaksa.
Limalondini í IIGA (International Island Games Association) tilluta einari limaoyggj rættin til at vera vertur fyri oyggjaleikum.
Føroyar skuldu upprunaliga vera vertir í 2031, men fingu í desember 2023 fyrispurning frá IIGA um at vera vertir í 2027.
Hesum fyrispurningi játtaði ÍSF alt fyri eitt, og fyrireikingarnar fóru síðani alt fyri eitt í gongd.