Til og avrigging
Nógv útgerð er á oyggjaleikum, og nógv er at rigga til og av í sambandi við kappingar, setan, endahátíð og annað. Tú ert við til at rigga pallar, leikvøllir og annað til og av, lyfta, flyta, fáa upp á pláss og loysa praktiskar trupulleikar.
Og undir kappingum leita fyriskiparar, luttakarar og gestir sær til tín, tá ið okkurt knappliga manglar ella óvæntaðar støður taka seg upp.
Her hóska fólk sum:
Eru sterk, kvik, arbeiðssom og hava gott arbeiðslag. Neyðugt er at kunna gera eftir boðum, men eisini at duga at síggja, hvar tørvur er - og traðka til.