
Umboð fyri Vága Floghavn, Atlantsflog, Løgmálaráðið, Umhvørvisstovuna, TAKS, Skjótisamband Føroya og Oyggjaleikanevndina 27.
Vápnamannagongd til Betri Oyggjaleikir
12.03.2025
Nógv ymisk viðurskifti skulu fáast í rættlag í sambandi við Betri Oyggjaleikir. Ítróttur, gisting, flutningur, leikvøllir, útgerð, hjálparfólk og mangt, mangt annað. Eisini er umráðandi at tryggja, at øll kunnu fáa sína útgerð inn í landið, og tí var fundur um vápn og lóður hildin í vikuni
Skjóting er ein teimum 14 ítróttagreinunum, sum verða við á Betri Oyggjaleikum um tvey ár. Skjótikappingarnar fara fram á skjótibreytini í Sandvíkum.
Tá ið skjúttar koma til landið hava teir høglbyrsur við sær. Summir eina, aðrir tvær og onkrir enntá tríggjar, og summir skjúttar hava eisini egnan lóður við.
Í sambandi við leikirnar er neyðugt at gera eina mannagongd fyri at fáa vápn og lóður inn í landið, hava tey í varðveitslu og flutning av teimum.
Fyri at fáa gongd á hetta arbeiðið hittust umboð fyri allar partar, sum kunnu væntast at varða av hesum á fundi, sum Løgmálaráðið tók stig til.
Við á fundinum vóru umboð fyri Løgmálaráðið, Umhvørvisstovuna, løgregluna, Vága Floghavn, Atlantsflog, Taks, Skjótisamband Føroya, Byrsumúla og Oyggjaleikanevndina 2027.
Eftir fundin var greitt, at miðað verður eftir at gera eina fyri allar partar einfalda mannagongd, sum heldur seg innan fyri galdandi reglur, soleiðis at tað verður lætt at fáa vápnini inn í landið, at flyta tey, hava tey í varðveitslu og at fáa tey úr aftur landinum, tá ið Betri Oyggjaleikir eru lidnir.