
Poula Michelsen byrjað í starvinum
29.08.2025
Nú er ítróttafyriskiparin á Betri Oyggjaleikum byrjað í starvinum. Mánadagin 18. august var fyrsti arbeiðsdagur hjá Poulu Michelsen.
Poula Michelsen var eisini við á oyggjaleikunum í Orknoyum í summar, har hon fekk høvi til at seta seg inn í nógv viðurskifti, sum hon fer at umsita næstu tvey árini.
- Hetta var eitt gylt høvi til at fáa innlit í ta arbeiðsverð, sum eg verði partur av næstu árini, og eg fekk serstakliga nógv burtur úr hesi arbeiðsferðini, sigur Poula Michelsen.
Ítróttur og annað
Næstu tvey árini fer Poula Michelsen at fyrireika ítróttakappingarnar á Betri Oyggjaleikum. Saman við 14 sambondum í Ítróttasambandi Føroya er høvuðsuppgávan hjá henni at tryggja, at allir hentleikar og kappingar eru í samsvari við reglugerðina hjá IIGA.
Poula Michelsen fer eisini at taka sær av øðrum viðurskiftum, sum skulu fyriskipast í sambandi við Betri Oyggjaleikir - eitt av hesum er risastóra økið við teimum mongu sjálvbodnu.
Vit ynskja Poulu vælkomnari og gleða okkum til samstarvið.
Onnur tíðindi

24.11.2025
Fyrsta skotið fyri Oyggjaleikum

29.10.2025
Flytigóðs komið til Føroya

15.10.2025
Hotel Brandan latið Betri Oyggjaleikum koddar

13.08.2025
Pætur J. Petersen í starvsvenjing

09.07.2025
Oyggjaleikir fingu Føroyar at spenna bogan

08.07.2025
Poula fer at stýra ítróttinum á Betri Oyggjaleikum