
Pætur J. Petersen í starvsvenjing
13.08.2025
Mánadagin 11. august byrjaði Pætur J. Petersen í starvsvenjing hjá Betri Oyggjaleikum í sambandi við sína útbúgving í tænastu- og upplivingarvinnu á UCN í Aalborg.
Tørvur er á umleið 1200 sjálvbodnum til Betri Oyggjaleikir 2027, og talan er tí um eitt av kjarnuøkjunum á leikunum í Føroyum.
Uppgávurnar hjá Pæturi liggja serliga í fyrireikingarpartinum til tey sjálvbodnu, har ein stórur partur er at skilgreina og lýsa tær mongu, fjølbroyttu, sjálvbodnu uppgávurnar.
Útbúgvingin hjá Pæturi varir í tvey ár og er samansett av lesnaði á netinum og starvsvenjing.
Pætur skal vera í starvsvenjing til síðst í oktober, og endar starvsvenjingin við eini uppgávu.
Vit ynskja Pæturi vælkomnum í starvsvenjing á Betri Oyggjaleikum og gleða okkum til samstarvið.
Onnur tíðindi

15.10.2025
Hotel Brandan latið Betri Oyggjaleikum koddar

29.08.2025
Poula Michelsen byrjað í starvinum

09.07.2025
Oyggjaleikir fingu Føroyar at spenna bogan

08.07.2025
Poula fer at stýra ítróttinum á Betri Oyggjaleikum

13.05.2025
481 uppskot til maskott

09.04.2025
Vilt tú tekna okkara maskott?