
Oyggjanna millum
13.11.2026
Fyrireikingarnar til Betri Oyggjaleikir 2027 eru í gongd á nógvum mótum, og Oyggjanna millum er kunningarskriv, sum verður sent limaoyggjunum og lagt á heimasíðu okkara.
Ætlanin er at koma við regluligari kunning um fyrireikingarnar og týdningarmiklar dagfestingar fram móti leikunum 3.–9. juli næsta ár.
Ítróttur
Freistin at tekna liðítróttagreinar til leikirnar var úti 31. oktober, og nú verður arbeitt við at fáa samlað yvirlit yvir øll liðini, sum hava teknað seg til liðítróttagreinarnar, sum eru fótbóltur, kurvabóltur, flogbóltur og sandflogbóltur.
Hóast freistin fyri einstaklinga ítróttagreinarnar ikki er úti fyrr enn eftir nýggjár, hava flestu limaoyggjarnar sent síni fyribils luttakaratøl.
Samlaða luttøkutalið liggur í løtuni um 2.700. Tað samsvarar væl við tað, sum var væntað frammanundan. Men talið kann broytast, tí freistin at melda einstaklingar til er ikki úti fyrr enn fyrst í januar.
Fleiri royndarkappingar
Flestu ítróttagreinarnar skipa fyri royndarkappingum sum liður í fyrireikingunum. Súkkling og triatlon høvdu sínar royndarkappingar í september, og judo og badminton høvdu sínar royndarkappingar í oktober. Kappingarnar hilnaðust væl og verða eftirmettar, so royndirnar kunnu brúkast í fyrireikingunum til næsta summar. Aðrar ítróttargreinar fara í næstum at skipa fyri sínum royndarkappingum.
Meira enn 900 sjálvboðin
Meira enn 900 fólk hava skrivað seg upp sum sjálvboðin til leikirnar, og eru vit sera takksom fyri stóru undirtøkuna. Tey sjálvbodnu hava ein avgerandi leiklut í at fáa leikirnar at eydnast, og leygardagin 13. februar 2027 savna vit øll, sum hava skrivað seg upp, til ein felags dag við Tjarnir.
Oyggjaleikasangur
Tá ið Føroyar hýstu Oyggjaleikunum í 1989, fingu leikirnir sín egna sang. Nú er sangskrivarakapping útskrivað, so leikirnir í 2027 eisini fáa ein sang at savnast um. Freistin er 1. desember 2026.
Les meira her.
Oyggjaleikir í barnahædd
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út eina bók í krabbarøðini um søguna hjá Oyggjaleikunum, frá byrjan til í dag. Páll Holm Johannesen hevur skrivað bókina, sum kemur út 24. november.
Eisini arbeiðir Nám við undirvísingartilfari, sum tekur støði í tilfari, sum vit hava fingið frá øðrum vertsoyggjum. Tað verður tøkt talgilt fyrst í 2027.
Búnar og oyggjaleikavørur
Sniðgevingin av íðkarabúnanum er liðug, og klæðini til tey sjálvbodnu eru bíløgd. Oyggjaleikavørur koma í handlarnar undan jólum.
Upplivingar millum kappingarnar
Visit Faroe Islands hava gjørt eina What’s on-síðu við kunning um upplivingar og tiltøk undir leikunum. Hon skal gera tað lættari hjá øllum gestum at kunna seg um Føroyar og finna okkurt áhugavert at gera, tá ið steðgur er í kappingunum.
Síðan sæst her.
Dagar at leggja sær í geyma
24. november 2026: Bókadeild Føroya Lærarafelag gevur út krabbabók.
1. desember 2026: Freist at senda uppskot til oyggjaleikasangin inn.
3. januar 2027: Freist at melda einstaklingar til leikirnir.
13. februar 2027: Felags dagur fyri øll sjálvboðin við Tjarnir.
Við ítróttakvøðu
Betri Oyggjaleikir 2027





