OYL 2027
OYL 2027

Oyggjaleikir í Føroyum í 2027

22.12.2023

Føroyar skulu hýsa oyggjaleikunum í 2027. Upprunaliga skuldu Føroyar vera vertir í 2031, men eftir at Ynys Môn av serligum orsøkum hevur tikið seg aftur, fingu Føroyar í boði at vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2027. Og ÍSF tók alt fyri eitt av møguleikanum

Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum í 1989. Nú, næstan fýrati ár seinni, hendir tað aftur. Talan verður um 24 luttakandi tjóðir og umleið 3.000 íðkarar, sum koma til Føroya at kappast. ÍSF og landstýrið eru sannførd um, at vit eru klár at hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Fyrstu fyrireikingar fara í gongd tíðliga í nýggjá árinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, gleðir seg:

“Eg eri sera fegin um, at Føroyar hava møguleika at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2027. Við fleiri enn 3.000 íðkarum, umframt hjálparfólkum og áskoðarum eru Oyggjaleikir nógv tað størsta, einstaka ítróttaliga tiltak í Føroyum. At vera vertir fyri Oyggjaleikunum hevur fyrst og fremst stóran týdning ítróttaliga, men eisini fyri okkara ferðavinnu og fyri Føroyar sum land”.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF er spent:

“Hetta følist sum ein dreymur, sum blívur til veruleika. Vit hava verið klár at skipa fyri Oyggjaleikunum í fleiri ár. Tí hevur tað verið leingi at bíða heilt til 2031, tá ið Oyggjaleikirnir skuldu koma aftur til Føroya. Vit eru klár og merkja stóran stuðul frá føroyska samfelagnum. Vit fara í felag at vísa, at Oyggjaleikirnir 2027 eru í tryggum hondum”.

Jörgen Pettersson, formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini er takksamur fyri, at Føroyar hava játtað at vera vertir í 2027. Í viðmerking sigur hann soleiðis:

”Føroyar hava víst ábyrgd og tikið eitt tak fyri liðið, nú ein av limaoyggjunum møtti avbjóðing, sum ikki bar til at loysa. Hetta er kjarnin í oyggjaleikafamiljuni. Vit eru saman um sigrar eins og avbjóðingar”.

Fakta:

Visti tú, at seinastu Oyggjaleikir vóru í Guernsey í 2023. 
Kappast varð í 14 ítróttagreinum.
Fleiri enn 2.500 luttakarar frá 24 oyggjum kappaðust á leikunum.

Næstu Oyggjaleikir verða í Orknoyggjum í 2025.
Eftir Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 verður Isle of Man vertur í 2029.