Bogaskjúttar
Bogaskjúttar

Oyggjaleikir fingu Føroyar at spenna bogan

09.07.2025

- tá bogaskjótingin kom til Føroya

Ein umbøn frá hinum oyggjunum. Nakrar treiskar eldsálir í Føroyum. Og serligur føroyskur íblástur úr Danmark. Tað vóru fyrstu stigini til, at føroyingar fóru at medda og skjóta við boga og píl fyri skjótt 40 árum síðan.

Bogaskjóting var ikki ein skipað ítróttagrein herheima, tá tað var greitt, at Føroyar skuldu hýsa oyggjaleikunum í 1989, men tá fleiri av hinum oyggjunum boðaðu frá, at tær fóru at hava bogaskjúttar við í ferðalagnum til Føroya, ráddi um at fáa fólk at skipa fyri kappingini.

Tað skuldi ikki standa á, men umbidnu fyriskipararnir søgdu, at so skuldi tað eisini vera við føroyskari luttøku.

 Tung byrjan

Tað var orsøkin til, at bogaskjótifelagið Tambar var stovnað í Havn í 1988. Umstøður vóru ikki til bogaskjóting í Føroyum, og felagið hevði av tí sama ringt við at fóta sær fyrstu tíðina. Tað var tungt fíggjarliga at fáa útgerð til høldar, og í fyrstu syftu lænti felagið bogar frá MBF, sum nøkur ár frammanundan hevði keypt útgerð til sítt virksemi. Bogaskjóting er góð venjing fyri røslutarnað, og ítróttin setur heldur ikki somu kropslig krøv, sum fleiri aðrar ítróttagreinar. Sum mánaðirnir liðu fóru teir – teir vóru bara menn fyrstu tíðina – at  keypa sínar egnu bogar og ørvar.

Skjúttarnir reikaðu um hetta mundið millum óhóskandi høli í høvuðsstaðnum, men fingu so innivist í fimleikahøllini á Stórheyggi. Har vandu teir tvær ferðir um vikuna. Mikukvøld millum klokkan 22.00 og 23.00, og sunnumorgun fyri kirkjutíð. Limagjaldið var 400 krónur um árið, og limir yngri enn 15 ár rindaðu 200 krónur.

Ein av oddamonnunum var Mogens Egholm, sum eisini var næstformaður í felagnum. Lestrarárini í Danmark hevði hann skotið við boga saman við øðrum føroyingum, og hann visti, at í lítla býnum Taastrup, sum er forstaður til Keypmannahavn, búði ein eldhugaður føroyingur við stórum fakligum innliti í bogaskjóting.

Í Tambar avráddu teir at senda Elmari Abrahamsen fyrispurning um at koma heim til Føroya at leggja teimum lag á, og hann lá ikki á boðunum.

Heimsmeistarin úr Oyndafirði

Elmar var sannur slóðbrótari. Hann hevði barnalamni, sum setti serlig krøv til uppvøksturin í Oyndafirði. Dimmalætting hevur skrivað um hann, at sum smádrongur mátti skinklut stativ hvønn morgun snørast um beinið, men kortini hevði hann ein ókúgandi vilja til at klára seg uttan hjálp. Hann gekk sjálvur í skúla allar dagar, uttan tá ið illgongt var av kava ella gleri. Tá var hann borin í skúla.

Beint eftir heimkríggið flutti hann úr Oyndafirði til Danmarkar, tí har vóru umstøðurnar at liva og virka heldur frægari enn heima í Føroyum. Elmar var virkin og ágrýtin. Hann arbeiddi í nøkur ár sum skraddari, seinni sum tekniskur teknari, og í frítíðini svam hann og skeyt við boga og píl sum partur av kropsligari venjing.

Tað var skjótt øllum greitt, at hann hevði sera góð evni, og í 1975 vann 42 ára gamli Elmar umboðandi Danmark eina heimsmeistarastevnu í bogaskjóting fyri rørslutarnað í París. Í Taastrup stovnaðu hann og konan Birgit eisini bogaskjótifelag fyri rørslutarnað, og eitt skifti var hann liðleiðari fyri donsku bogaskjúttarnar. Hann var millum annað við danska ferðalagnum á Paraolympisku Leikunum í Seoul á sumri í 1988.

- Limirnir í Bogaskjótarafelagnum í Føroyum heittu á meg um at leggja teimum lag á í sambandi við Oyggjaleikirnar, og eg haldi, at hendan fyrsta royndin hjá teimum eydnaðist væl, segði Elmar í viðtalu við Sosialin í februar 1991, tá Dagblaðið í Roskilde hevði heiðrað hann fyri sítt stórsligna arbeiðið sum formaður í Taastrup Idrætsforening.

Tað var undir hesum trongu umstøðunum og við Elmari sum leiðbeinara og ráðgeva, at teir tríggir, Mogens Egholm, Klæmint Skarðhamar og Páll Hansen, teknaðu seg til bogaskjótikappingina, sum skuldi vera í Føroyum í 1989.

Mynd: Sosialurin skrivaði um Elmar Abrahamsen tann 9. februar 1991, tá hann var heiðraður fyri sítt stóra arbeiði í Taastrup Idrætsforening

Einki heiðursmerki

Teir vóru væl nøgdir við avrikið á leikunum í Føroyum, hóast úrslitini sum heild vóru heldur soltin.

Fyri kappingina viðgingu bæði Mogens Egholm og Klæmint Skarðhamar í sjónvarpinum, at teir roknaðu ikki við, at Føroyar høvdu stórvegis møguleikar hesaferð. Samanborið við mótstøðumenninar høvdu teir ikki vant nakað serligt, og útlit vóru sostatt fyri, at teir fóru at vera millum aftastu skjúttarnar.

- Vit høvdu ikki væntað nøkur serlig úrslit, men fóru við fyri at kunna fólk um eina ítróttagrein, sum er nýggj í Føroyum, segði høvuðsfyriskiparin Mogens Egholm við Dimmalætting eftir kappingina.

Besta úrslitið fekk Páll Hansen, sum endaði á triðja plássi í 90 metrum og rakk einum samlaðum 10. plássi. Hetta úrslitið vísti, at Føroyar kundu væl vera við.

Teir, sum stóðu fyri kappingini, fegnaðust um tiltakið. Tað gekk væl at avgreiða kappingina á grasfløtuni við Læraraskúlan í Havn, hóast nakað av regni og vindi var. Guernsy var stinnast bæði í liðkappingini og einstaklingakappingunum hjá kvinnum og monnum.

Beint eftir kappingina var støða tikin til, at Føroyar skuldu eisini vera við í bogaskjóting á oyggjaleikunum á Álandi í 1991.

Mynd: Høvuðsfyriskiparin Mogens Egholm meddar til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989

Mynd: Besti føroyski skjúttin Páll Hansen tekur ørvin úr aftur málskivuni.

Mynd: Owen Le Valles, sum var formaður í IIGA, takkar Harry Jensen, sum var fyrsti formaður í Tambum, fyri fyriskipanina av kappingini 

Fingu glið á

Skjúttarnir treiskaðust at fáa frægari sømdir, og tvey ár seinni var bogaskjótafelagið Ørvur stovnað í Runavík við Schandorff Vang, Petur Olivar í Hoyvík og Leivur Poulsen sum stigtakarum.

Avrikini batnaðu so hvørt, og longu á Álandi kom fyrsta føroyska heiðursmerki eisini til høldar, tá Jan Rubeksen úr Havn fekk bronsuheiðursmerki. Fyrsta gullmerki vann Sigrid Vang á Gibraltar í 1995.

Limaskapurin í FITA var eisini eitt stórt framstig. Í 1996 var svenski aðalskrivarin og landsliðsvenjarin í Føroyum fyri at geva føroysku bogaskjúttunum íblástur. Á ferðini bjóðaði hann Schandorff Vang at vera við á einum dómaraskeiði seinni sama ár, og har kom hann á tal við kanadiumannin Don Lovo, sum var formaður í altjóða dómaranevndini og varaforseti í FITA. Schandorff bar honum ynski um føroyskan limaskap, men í fyrsta umfari var umbønin ikki gingin á møti, tí Føroyar vóru ikki sjálvstøðugt land. Bogaskjótideildin, sum tá ikki var sjálvstøðugt sersamband, grundgav fyri, at onnur lond í somu støðu høvdu fingið limaskap, og tá bragdaði.

Limaskapurin var staðfestur á aðalfundi í Victoria í British Columbia í Kanada í 1997. Við limaskapinum kundu føroyski bogaskjúttar eisini vera við í EM og HM-kappingum.

Mynd: Sigrid Vang, Annika Vang og Schandorff Vang hava vunnið Føroyum nógv heiðursmerki í bogaskjóting í altjóða kappingum. Schandorff hevur eisini verið dómari á øllum stigum, Grand Prix, World Cup, HM, EM, Universiade, Paraolympic og OL. Í 2010 stóð dóttirin Annika eisini royndina at gerast altjóða ungdómsdómari.

Átakið eydnaðist

Tá føroyskir bogaskjúttar spentu bogan í Føroyum í 1989, so var tað fyrst og fremst fyri at gera fólk varug við bogaskjóting sum ítróttagrein. Og teir raktu væl.

Nú eru fýra bogaskjótifeløg, og føroyskir bogaskjúttar luttaka javnan í kappingum aðrastaðni.

Á Oyggjaleikum eru føroysku skjúttarnir vanliga eisini frammaliga. Størsta hálið var á Rhodos í 2007, tá Føroyar fingu 13 av 22 møguligum heiðursmerkjum. Føroyski hópurin vildi tá ognað Mogens Egholm, sum andaðist stutt frammanundan, góðu úrslitini.

- Hann skal heiðrast við hesum úrslitunum, søgdu tey øll tá.

Mogens fekk eisini gullmerki frá ÍSF fyri sítt munagóða arbeiðið fyri føroyska bogaskjóting.

- Hann var virkin skjútti og drívmegi í Tambum øll árini til í fjør, tá hann vegna aldur og sjúku legði frá sær. Eisini hevur Mogens Egholm verið venjari hjá yngru og nýggju skjúttunum, umframt hjá rørslutarnaðum, sum hava viljað roynt bogaskjóting, segði ÍSF í grundgevingini í 2007.