A Sporting Chance For Peace 2
A Sporting Chance For Peace 2

Listaverk komið upp at hanga

03.12.2025

Eitt listaverk er komið upp at hanga í svimjihøllini í Gundadali í sambandi við, at Føroyar hýsa oyggjaleikum í 2027. 

 

Verkið eitur A Sporting Chance for Peace og er eftir Donald Brown.

 

Í stuttum kann sigast, at verkið sameinir ítrótt og list til at í felag virka fyri friði, tolsemi og felagsskapi. 

Í 2023 vóru oyggjaleikir í Guernsey, og tá fekk altjóða oyggjaleikanevndin IIGA verkið í gávu. Eftir leikirnar í Guernsey bleiv verkið síðan flutt til Kirkwall í Orknoyum, har tað hekk í ítróttadeplinum Pickaquoy, inntil leikirnar 2025 vóru av. 

Fyriskipararnir í Orknoyum skipaðu síðani fyri, at verkið kom til Føroya og til Havnar, her tað skal hanga sum heiður og áminning um Betri Oyggjaleikir 2027, sum eru í døgunum 3.-9. juli 2027. 

 

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, og Eyðun Húsgarð, leiðari í svimjihøllini, skoða verkið.

 

Tá ið Betri Oyggjaleikir eru av, verður verkið sent Isle of Man, sum hýsir leikunum í 2029.

Síggj listamannin greiða frá verkinum her

Ítróttasendingin 3-2 í Kringvarpi Føroya var við, tá ið listaverkið kom upp at hanga í svimjihøllini í Gundadali, og tað innslagið sæst her.