
Klipp trívist væl millum sínar vinir, sum eita Bassi, Raska, Nora, Atlas og Sálomon.
Klipp er okkara maskottur
30.03.2026
Maskotturin hjá Betri Oyggjaleikum er eitt tjaldur, sum eitur Klipp.
Klipp vísti seg fyri fyrstu ferð alment í dag á torginum í SMS, har nógv fólk var komið saman at taka ímóti - og maskottarnir hjá samstørvunum hjá leikunum.
Sí myndir, sum Ólavur Frederiksen tók, niðanfyri.

Bjarki syngur "Spor í sandi" í SMS


Klipp hevur verið á veg í næstan eitt ár

Eisini tey heilt yngstu eru glað fyri Klipp

Knappliga 500 tekningar komu inn til teknikappingina.

Frida Bogadóttir og Brandur Bárðarson áttu navnið Klipp.

Lesandi á klædnaatstøðisútbúgvingini á Glasi hava gjørt Klipp

Filip úr Hoydølum sang "60'ini".

Anna Lovisa úr Hoydølum sang "Summarið við tær"





