IIGA Í Føroyum Í 2024
IIGA Í Føroyum Í 2024

IIGA vitjar Føroyar

16.04.2024

Fyrsta stóra stigið í oyggjaleikafyrireikingunum í Føroyum verður tikið í hesi vikuni, tá ið altjóða oyggjaleikanevndin kemur á vitjan. IIGA vitjar í Føroyum dagarnar 17.-22. apríl 

Føroyar skulu nú gerast klárar til at hýsa Oyggjaleikunum 2027. Sum liður í hesum er IIGA, sum er altjóða oyggjaleikanevndin, í Føroyum í nakrar dagar fyri at síggja oyggjalandið, sum verður oyggjaleikavertur summarið 2027.

Talan er um eina arbeiðsferð, har nevndin fer at vitja flestu ítróttahallir, vøllir og breytir, sum metast at kunna brúkast á leikunum í Føroyum, eins og tey eisini heilsa upp á umboð fyri lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttagreinar og ÍSF. 

Endamálið er at vísa nevndini ítróttaligu hentleikarnar – umframt at vísa á teir hentleikar, sum annaðhvørt skulu umvælast ella eru í gerð. 

Vitja løgmann
Nevndin vitjar eisini Føroya løgmann Aksel V. Johannesen, sum eisini er verji fyri ítróttinum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum umsitur ítrótt. Harafturat vitjar nevndin borgarstjórarnar í Havn, Runavík, Klaksvík og Vága kommunu og aðrar myndugleikar við.

Ítróttasamband Føroya er vertur hesar dagarnar, meðan IIGA er í Føroyum. Ferðalagið fer av landinum aftur mánadagin 22. apríl. 

Oyggjaleikir eru størsta tiltakið í Føroyum, og teir verða í døgunum 3.-9. juli 2027.