
Hvør skal skriva Oyggjaleikasangin 2027?
01.10.2026
KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir skipa fyri eini sangskrivarakapping, har leitað verður eftir oyggjaleikasanginum 2027 – sanginum, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum summarið 2027
Tríggjar virðislønir verða latnar:
1. virðisløn: 40.000 krónur
2. virðisløn: 20.000 krónur
3. virðisløn: 10.000 krónur
Freistin at senda sang inn er 1. desember 2026. Vinnarasangurin verður frumframførdur á Ítróttafagnaðinum 6. februar 2027.
Treytir fyri luttøku
Sangurin skal vera eitt nýtt, upprunaligt verk, sum ikki áður hevur verið alment spælt ella útgivið.
Sangteksturin skal snúgva seg um oyggjaleikir og ítrótt. Onnur evni kunnu eisini flættast uppí.
Føroyska málið skal vera berandi í sanginum.
Allar sangrøddir skulu vera framførdar av menniskjum.
Sangurin skal vera so liðugur sum gjørligt, tá ið hann verður latin inn.
Luttakarin/luttakararnir skulu eiga øll rættindi til orð, lag og upptøkur.
Hvør luttakari kann í mesta lagi senda ein sang inn til kappingina.
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til í samráð við vinnaran at gera neyðugar broytingar í framleiðslu og ljóðblanding og at mastera sangin av nýggjum.
Innsending
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla við Wetransfer og vera so liðugur, sum gjørligt.
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla í MP3-, AIFF- ella WAV-formati saman við teksti og viðkomandi upplýsingum.
Tilfarið skal sendast til t-postin sangkapping@kvf.fo í seinasta lagi 1. desember 2026.
Døming
Ein dómsnevnd, ið KVF, Oyggjaleikir og ÍSF í felag seta, velur teir tríggjar sangirnar, sum fáa virðisløn. Í dømingini verður dentur lagdur á lag, tekst og hvussu sangurin hóskar sum oyggjaleikasangur.
KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir gleða seg til at hoyra uppskot til Oyggjaleikasangin 2027.
Meira fæst at vita um Oyggjaleikir her á okkara síðu.





