
Hotel Brandan latið Betri Oyggjaleikum koddar
15.10.2025
Til Betri Oyggjaleikir 2027 koma væntandi millum 2.700 og 3.000 gestir til Føroya. Nú eru góðir lunnar lagdir undir, at gestirnir fara at fáa góðan svøvn hesar næturnar. Hotel Brandan skiftir nevniliga koddarnar á hotellinum út í hesum døgum, og tey hava latið Betri Oyggjaleikum 2027 koddarnar.
- Koddarnir á Hotel Brandan skulu skiftast út. Vit eru eitt fýra-stjørnu hotell, góðskan skal vera í hásæti, og vit skulu fylgja ávísum reglum um viðlíkahald, sigur Jónina Tegeder, housekeeping-leiðari á Hotel Brandan.
Hotellið hevur áður latið ymiskt til stovnar í landinum. Hesa ferð gjørdist tað Betri Oyggjaleikir 2027.
- Eg luftaði tankan um at lata oyggjaleikunum koddarnar, nú túsundtals fólk koma til landið á sumri í 2027. Fleiri hildu hetta vera eitt frálíkt hugskot, og síðani settu vit okkum í samband við Betri Oyggjaleikir. Tey vildu fegin taka ímóti koddunum, sigur Jónina Tegeder.
Green Key viðurkenning
Í septembur 2020 fekk Hotel Brandan eina sokallaða "Green Key-viðurkenning". Tað er eitt altjóða umhvørvismerki, ið verður latið fyritøkum í ferðavinnuni, sum fylgja fyrisettum málum um umhvørvi og burðardyggan rakstur. Tað var grundarlagið undir at lata koddarnar, greiðir Jónina Tegeder frá:
- Vit eru eitt "Green key" hotell, og vit hildu tað vera spell at beina hesar góðu koddarnar burtur. Tí fegnast vit um, at vit kunnu lata koddarnar til Betri Oyggjaleikir 2027. Vit vaska koddarnar, pakka teir í eskjur og merkja eskjurnar, soleiðis at koddarnir eru púra klárir at fara víðari.
Koddarnir eru millum 200 og 230 í tali. Arbeiðið við koddaskiftinum verður gjørt í stigum, tí tað ber ikki til at skifta allar koddarnar út í einum.
Týdning at stuðla
Fyri housekeeping-leiðaran á Hotel Brandan hevur tað stóran týdning, at tey kunnu stuðla størsta tiltakinum, sum higartil hevur verið í Føroyum:
- Vit eru sera fegin um at stuðla, og tað hevur stóran týdning fyri okkum. Somuleiðis vóna vit, at aðrar fyritøkur og aðrir stovnar fara at stuðla á henda hátt. Um tað ikki er við koddum, so kann tað vera við onkrum øðrum, sum vit so mangan hava lyndi til at koyra í skrell heldur enn at endurnýta.
Eitt virðisgrundarlag fyri Betri Oyggjaleikir 2027 er, at leikirnir verða so umhvørvisvinaligir sum til ber. Hetta, at Hotel Brandan letur koddar, er avgjørt eitt stig á tí leiðini.
Betri Oyggjaleikir 2027 takka hjartaliga og fegnast um koddarnar, sum vera nýttir á leikunum 3. til 9. juli 2027.