Fyrsta setan í IOM
Fyrsta setan í IOM

Fyrsta skotið fyri Oyggjaleikum

24.11.2025

- Í ár eru 40 ár liðin, síðan oyggjaleikirnir vóru á fyrsta sinni. Tað var í Isle of Man.

 

Fyri Geoffrey Corlett var tað ein stórfingin løta, tá ið 700 ítróttafólk úr oyggjasamfeløgum kring heimin gingu skrúðgongu og veittraðu við fløggum í góðveðrinum á leikvøllinum í heimbýnum Douglas tann 19. juli í 1985, meðan tónarnir frá Chariots of Fire rungaðu í hátálarunum.

Tvey ár frammanundan var tankin um at skipa fyri einari ítróttakapping millum oyggjasamfeløg sprottin í oynni Man, og hann hevði ikki roknað við, at undirtøkan fór at vera so góð.

Tá ið skotið var fyrstu ferð fyri forvitnisligu ítróttakappingini, sum bara skuldi vera hesa einu ferðina, dugdi eingin at ímynda sær, at hetta fór at vera afturvendandi hæddarpunkt fyri ítróttafólk í nógvum oyggjasamfeløgum víða um.

Serligt ítróttaár í Man

Høvuðsorsøkin til, at stig vóru tikin til kappingina í 1985 var upprunaliga búskaparlig.

Isle of Man, sum liggur í Írska havinum, hevði søguliga verið væl umtókt ferðamál millum arbeiðarar í Onglandi og Norðurírlandi, og búskaparliga hevði ferðavinnan eisini stóran týdning fyri manbúgvar. Tað var av tí sama eitt ørkymlandi rák í sjeytiárunum, at bretar í hópatali heldur valdu bíligu pakkaloysirnar til evropeiska meginlandið og Miðjarðarhavið, sum ferðaskrivstovur vóru farnar at selja.

 

Isle of Man var væl umtókt ferðavinnumál, men stígur kom í ferðavinnuna í sjeytiárunum.

 

Fyri at seta ferð aftur á ferðavinnuna á Man vóru stig tikin til tiltøk og minnishald av ymsum slag, ið skuldu vera við til at draga ferðafólk til oynna. Eitt var Millennium Year í 1979, sum var túsundárahald fyri lóggávutinginum Tynwald. Úrslitið var gott og áhugin stórur, og sum framhald av hesum sama var skotið upp at hava eitt serligt ítróttaár – Year of Sport – í 1985, har ítróttin í breiðum høpi skuldi fagnast alt árið á tamb. Ætlanin var at skipa fyri okkurt um 100 ítróttatiltøkum í alt. Ferðaráðið og ítróttasambandið í Man fingu politiska undirtøku fyri hugskotinum, og Tynwald samtykti at játta tiltakinum 350 túsund pund samanlagt.

Tey valdu árið 1985, so tað ikki rann saman við olympisku leikirnir, sum skuldu vera í Los Angeles árið fyri, og Commonwealth Games, sum skuldu vera í Edinburgh árið eftir.

57 ára gamli Geoffrey Corlett var settur sum høvuðssamskipari. Sjálvur flutti hann tíðliga úr Man og arbeiddi sum ráðgevi, lærari og lektari í ítrótti á universitetinum í enska býnum Cheltenham. Hann var fluttur út aftur á Man, tá ið hann fór frá fyri aldur. Nú var hann biðin um at leggja ítróttaárið til rættis, og hann var fullur í hugskotum. Eitt av tiltøkunum, sum hann vildi fáa í lag, var ein ítróttakapping millum oyggjasamfeløg.

Rúmlig skrivstovuhøli vóru útvegað Corlett og hinum starvsfólkunum við havnalagið í høvuðsstaðnum Douglas, og har setti hann seg at skriva innbjóðingarnar. Tær sendi hann oyggjunum í bretska tjóðsambandinum, umframt øðrum oyggjasamfeløgum. Ein innbjóðing fór eisini til Føroya.

- Vit bíðaðu í spenningi eftir svarunum. Nógvar oyggjar svaraðu beinanvegin og tóku eldhugaði av, skrivaði Corlett í 1995.

Tóku av beinanvegin

Í ÍSF vóru tey skjót at tekna Føroyar til hesar smáu olympisku leikirnar, sum tað var nevnt millum fleiri.

Tað var at síggja til heldur tilvildarligt, hvør var boðin at vera við í kappingini. Norsku oyggjarnar Hitra og Frøya fingu innbjóðing, og tað sama fekk danska oyggin Ærø. Hinvegin vóru hvørki Álandsoyggjarnar, Grønland ella Bornholm boðin við. ÍSF gjørdi vart við hetta, og úrslitið var, at Áland teknaði til eisini.

- Áland frætti um ætlanirnar frá sínum føroysku vinum og settu seg í samband við skrivstovu okkara, og vit tóku fegin ímóti umbønini. Tíverri kundu Falklandsoyggjarnar ikki luttaka, tí kríggið har hevði sorlað umstøðurnar at íðka ítrótt, serliga skjótivøllin. Val var í nánd í italsku oynni Capri, so tey hildu seg ikki kunna tekna til og binda tað komandi stýrið, og Prince Edward Island kundi heldur ikki luttaka, skrivaði Corlett í somu grein í 1995.

Hann hevði upprunaliga ætlað, at seks til átta oyggjar skuldu luttaka í fimm ítróttagreinum, men stóri áhugin hevði við sær, at fleiri ítróttagreinar og oyggjar komu afturat. Úrslitið var, at fimtan oyggjar luttóku í sjey ítróttagreinum í alt. Tær vóru Áland, Anglesey, Føroyar, Froya, Gotland, Guernsey, Hitra, Ísland, Jersey, Malta, Orkney, Hetland, St. Helena, Isle of Man og Isle of Wight.

Í Føroyum fekk John Kjær uppgávuna at stíla fyri føroysku luttøkuni. Og hon var ikki lítil.

55 ítróttafólk úr Føroyum skuldu vera við í flogbólti, svimjing, skjóting, súkkling og frælsari ítrótt, og tað kostaði nógvar pengar. Bara leiguflogfarið frá Mærsk kostaði 348.000 krónur, so neyðugt var at savna pengar inn. Føroya Fiskasøla og Føroya Banki vóru hollir stuðlar, og ítróttafólkini rindaðu eisini ein part av útreiðslunum sjálvi.

Umframt tað skipaði ÍSF millum annað fyri litríkari grýluveitslu í Gundadalshøllini, sum gav gott og væl 52.000 krónur, og svimjisambandið skipaði eisini fyri stuðulssvimjing. Tað stóð somuleiðis øðrum føroyingum í boði at koma við til Man sum ferðafólk. Eitt setur umborð kostaði 2.000 krónur, og tey vóru nøkur, sum tóku av tilboðnum.

ÍSF skipaði m.a. fyri grýluveitslu í Gundadalshøllini. Hesin tíðindastubbin stóð at lesa í Fjúrtanda tann 12. juni 1985.

 

17. juli 1985 fór eitt fullsett Boeing 737 við 128 føroyskum ítróttafólkum og ferðafólkum úr Vágum.

Sjey ítróttagreinar vóru. Føroyar luttóku ikki í badminton og fótbólti, sum var ein innandurakapping fyri unglingar við fimm spælarum á hvørjum liði.

Avgjørdu at halda fram

Geoffrey Corlett hevði av fyrstan tíð ikki hugsað, at Oyggjaleikirnir skuldu vera ein afturvendandi kapping, men hesar dagarnar í Man fór prátið skjótt at ganga um at halda fram við kappingini. Tiltakið lukkaðist eisini væl. Sum umhildin ferðafólkaoyggj var Man sum samfelag væl útborið við gistingarhúsum og vegakervi til at hýsa so nógvum fólki og kappingum.

 

Christine Kissack, Isle of Man, vann 3.000 metra renning fyri kvinnur við tíðini 10:57. Myndina eigur Brian Maddrell.

 

Á fundi í Douglas tann 23. juli var einmælt samtykt at skipa fyri Oyggjaleikum annaðhvørt ár. Sofus Johannesen og John Kjær umboðaðu Føroyar á fundinum. Corlett var valdur til fastan skrivara. Á sama fundi var avgjørt, at Guernsey skuldi vera vertur í 1987, og at Føroyar skuldu skipa fyri leikunum í 1989, tá Ítróttasamband Føroya fylti 50 ár.

Heðin Mortensen, sum í 28 ár var forseti í ÍSF, hevur fyrr sagt, at Oyggjaleikir kollveltu føroyskan ítrótt.

- Tá vit sendu nøkur fá fólk til fyrstu leikirnar í 1985, var tað ein ovurstór avbjóðing, men síðan hava leikirnir verið kelda til størstu menning, sum føroyskum ítróttur hevur verið fyri. Serliga livnaðu smáu ítróttagreinarnar upp av hesum, og síðani eru fleiri greinar farnar uppaftur víðari, segði hann við Sosialin í 2013.

Veðrið skikkaði sær væl hesar dagarnar í Man, men heimferðin var útsett ein dag, tí tjúkkur mjørki legðist.

Eftir kappingina mátti Corlett sum stigtakari ásanna, at her spurdist meira burturúr enn nakar hevði roknað við. Sum árini gingu mentust leikirnir eisini til at vera meira enn ein ítróttakapping.

- Vit eru øll sera errin av hesum felagsskapinum, og vit vóna, at komandi ættarlið fara at minnast grundvirðini og hugsjónirnar, sum leikirnir eru reistir á. Við ítróttini skuldi vinalag knýtast og styrkjast millum oyggjar, mentanarlig og sosial bond somuleiðis, og í kappingini um at røkka ítróttaligum hæddum skuldi rættvísi og rættur ítróttaandi virðast, skrivaði Corlett í 1995, tá hann tók saman um fyrstu fimm leikirnar.

Corlett andaðist 86 ára gamal í 2012. Hann var við á øllum leikunum fram til 2011 og var tilnevndur heiðurslimur í altjóða oyggjaleikafelagsskapinum IIGA.

 

Geoffrey Corlett (1926-2012) átti hugskotið til Oyggjaleikirnar. Hann var við á øllum leikunum frá 1985 til 2011.

 

Keldur:

  • Geoffrey Corlett: History of the Island Games 1985 – 1995
  • Heri Simonsen: The Founding Father of The Islands Games: Geoffrey Corlett – samrøða, sum Heri Simonsen hevði við Corlett í 2009
  • Matthew L. McDowell: ‘Come alive in ‘85’: the Isle of Man Year of Sport, the first Island Games, and the shifting sands of sport event tourism.
  • Ítróttasamband Føroya: Greinin “Oyggjaleikir” í bókini Ítróttasamband Føroya 50 ár
  • Sosialurin: “Isle of Man 1985, Guerney 1987 og Føroyar 1989” tann 3. august 1985
  • Sosialurin: “Oyggjaleikir kollveltu alt” tann 10. juli 2013