
Flytigóðs komið til Føroya
29.10.2025
Herfyri kom flytigóðs úr Orknoyggjum til Føroya í sambandi við Betri Oyggjaleikir. Eskjur við fløggum hjá teimum 24 oyggjunum eru komnar til landið umframt flaggstengur og heiðursmerkjapútur.
Hetta eru lutir, sum verða brúktir umaftur og umaftur og tí fluttir millum vertsoyggjar. Tá ið Betri Oyggjaleikir í Føroyum eru av í 2027, skulu Føroyar senda Isle of Man útgerðina, tí Man hýsir leikunum í 2029.
A Sporting Chance for Peace
Umframt fløgg, heiðursmerkjapútur og flaggstengur var eisini ein serstakur skulpturur við í góðsinum. Talan er um listaverk, sum listamaðurin Donald Brown hevur gjørt.
Listaverkið ber heitið A Sporting Chance for Peace. Á ein listaligan og ítróttaligan hátt vísir listaverkið á tær meginreglurnar, vit læra í ítrótti. Hesar meginreglur eru eitt nú at vísa virðing fyri hvørjum øðrum, at vera lýðin, lítillátin og reiðilig.
Fleiri ítróttagreinar og íðkarar eru í listaverkinum, sum siga hvør sína søgu um lívsins avbjóðingar. Forðarennarin umboðar lívsins forðingar, sum vit øll mugu vinna á, meðan leikarin í koyristólinum minnir okkum á at venda veikleikum til styrki. Tennisleikarin sigur okkum, hvussu vit menniskju mangan ivast, men vísir somuleiðis á týdningin av at taka eina avgerð.
Listaverkið rúmar eisini boðskapinum um frið, at bera royndir og vitan víðari til komandi ættarlið og týdningin av at halda fast í sínum málum hóast mótstøðu.
Gáva í 2023
IIGA fekk skulpturin í gávu í 2023, tá ið leikirnir vóru í Guernsey. Síðani varð hann fluttur til Orknoyggjar í sambandi við leikirnar í 2025. Føroyar eru sostatt triðja landið, sum fær skulpturin við góða boðskapinum um frið og vinalag - ein boðskapur, sum ongantíð hevur verið týdningarmiklari enn nú.
Skulptururin er 1,00 m x 0,60 m og vigar um 20 kg. Í næstum fer Oyggjaleikanevndin at gera av, hvar skulptururin skal hanga.
Á Youtube er eitt sjónband, har Donald Brown sjálvur greiðir frá verkinum.
Betri Oyggjaleikir takka Smyril Line fyri gott samstarv um at fáa góðsið flutt úr Kirkwall í Orknoyggjum til Føroya.
Onnur tíðindi

24.11.2025
Fyrsta skotið fyri Oyggjaleikum

15.10.2025
Hotel Brandan latið Betri Oyggjaleikum koddar

29.08.2025
Poula Michelsen byrjað í starvinum

13.08.2025
Pætur J. Petersen í starvsvenjing

09.07.2025
Oyggjaleikir fingu Føroyar at spenna bogan

08.07.2025
Poula fer at stýra ítróttinum á Betri Oyggjaleikum