
Emma Bahne Madsen í starvsvenjing
04.09.2024
Mánadagin 2. september byrjaði Emma Bahne Madsen í starvsvenjing hjá ÍSF í samband við sína útbúgving í Ítróttaleiðslu á UCN í Aalborg. Oyggjaleikir fáa eisini ágóðan av starvsvenjingini hjá Emmu
Uppgávurnar hjá Emmu verða í høvuðsheitum at hjálpa til við at tilrættaleggja eina føroyska ítróttarviku. Harafturat fer Emma at arbeiða við Oyggjaleikum 2027 - serliga fyrireikingarpartinum til tey sjálvbodnu.
Hon gjørdi av at koma til Føroya í starvsvenjing, tí her hendir so nógv í ítrótti – og tað er spennandi at fáa innlit í hesa menningina. Eisini vil hon sleppa at uppliva ta heilt fantastisku náttúruna og mentanina heruppi.
Útbúgvingin í Ítróttaleiðslu er uppbygd sum framhaldslestur, har tey í alt skulu hava lisið í 3,5 ár. Emma hevur frammanundan bachelor í Miðlaframleiðslu og Leiðslu frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.
Emma skal vera í starvsvenjing inntil jóla, tá ið hon skal skriva endaligu verkætlanina, og verður hon liðug við útbúgvingina seinast í januar.
Vit bjóða Emmu vælkomnari í starvsvenjing hjá ÍSF og síggja fram til gott samstarv.