
Á vitjan í Orknoyggjum
03.02.2025
Í juli verða Oyggjaleikir í Orknoyggjum, og fyrireikingarnar eru tí í hæddini. Síðstu vikuna í januar vóru vit á vitjan í Orknoyggjum fyri at fregnast, hvussu tey arbeiða, og hvussu langt tey eru komin
Miðskeiðis í Kirkwall stendur ein bygningur við fleiri skrivstovuhølum, sum ymsar fyritøkur kunnu leiga. Í hesum bygninginum verður størsta tiltak í Orknoyggjum fyrireikað: Oyggjaleikir 2025.
Oyggjaleikastjóri í Orknoyggjum er Kirsty Talbot (tv. á myndini), og aftur at sær hevur hon ein samskipara, sum eitur Jo Henry (th. á myndini).

Tær báðar sita hvønn dag á skrivstovuni og royna at knýta mongu leysu endarnar.
Orknoyggjar eru ein av 24 limaoyggjum í IIGA (International Island Games Association), og eru eisini higartil minsta oyggjasamfelag, sum hýsir leikunum.
Fleiri av 70 oyggjum eru í Orknoyggjum, og fólkatalið liggur um 21.500.

Gisting ein avbjóðing
Líka síðani tað var greitt, at Orknoyggjar skuldu hýsa leikunum í 2025, hevur verið tosað nógv um gisting. Tí hvussu skal ein so lítil oyggjabólkur í Atlantshavinum hýsa so mongum ítróttafólkum og øðrum gestum?
Men Kirsty Talbot og Jo Henry hava arbeitt miðvíst við hesi avbjóðing saman við ferðaskrivstovuni Nirvana Europe, og nú vit vitja í Kirkwall, eru tey um at vera komin á mál við at finna sengur til øll.
Gistingin í Orknoyggjum verður á hotellum, vallaraheimum, ból og biti, í skúlum, á skúlaheimum og í sokallaðum flexotelum.
Umframt Kirsty og Jo eru tvey onnur fólk sett í tíðaravmarkað starv, eins og mong sjálvboðin eru til arbeiðis hvønn dag fyri at fáa leikirnar klárar til tíðina.
- Uttan hesi fólkini var trupult at koma á mál, siga tær báðar.

Oyggjaleikir verða kallaðir The Friendly Games, og tað sást eisini aftur hesa vikuna.
Blíðskapurin var í hásæti allar dagarnar, og tær báðar greiddu frá royndum sínum, soleiðis at vit, sum standa næst, sum fyriskiparar kunnu vera so væl fyrireikað sum møguligt.
Vitjanin í Orknoyggjum serstakliga upplýsandi og eitt kærkomið høvi hjá okkum til at kunna kaga eitt sindur fram í tíðina.