Stemningur
Á oyggjaleikunum skal hýrurin vera í topp. Frásøgufólk og DJ’arar fara at arbeiða saman fyri at fáa áskoðararnar við og skapa góða orku undir kappingunum og tiltøkum. Tú dugir og torir væl at tosa í mikrofon og at skapa góða orku og gott lag, tú dugir enskt og er røddin, sum bindur alt saman á kappingarøkinum. Tú og makkarin, sum er DJ, skapa góðan og festligan hýr við leikvøllirnar.
Her hóska fólk sum:
hugsa skjótt, eru ávakin, orkurík, jalig og duga at lesa hølið og fáa áskoðararnar við – antin við tí, tey siga, ella við rætta tónleikinum.