Hvat hevur tín áhuga?
Vaktir Tú heldur skil á til kappingar, við girðingar, inngongdir og heldur øki og áskoðarapláss ruddilig.
Servering Tú vartar upp, serverar, skapar hugna og trivnað, ruddar og tekur tær av burturkasti.
Til og avrigging Tú dragsar og ber, setur pall upp og tekur niður, riggar til og av og loysir praktiskar trupulleikar,
Ítróttur Tú hjálpir til við leikvøllin, har ein av teimum 14 ítróttagreinunum heldur sínar kappingar.
KT og tøkni Tú setur upp tøkniliga útgerð, loysir smærri KT- og tøkni trupulleikar og aðrar fyrifallandi uppgávur.
Skrivstova Oyggjaleikaskrivstovan er hjartað í leikunum, har tú svarar telefonini og t-postum, vegleiðir og ráðgevur.
Spyr meg Tolin og smílandi tekur tú í móti fólki, leiðbeinir, vegleiðir og svarar teirra spurningum.
Miðlar Tú ert partur av miðlatoyminum, sum røkir heimasíðu, sosialar miðlar og tekur sær av útlendsku miðlunum.
Maskottur Tú ert maskottur ella leiðir maskottin. Tú heilsar upp á børn og vaksin, skapar gott lag og góðar upplivingar.
Stemningur Sum frásøgufólk ella DJ skapar tú góðan hýr undir setan, kappingum, endahátíð og øðrum tiltøkum.
Søla Søla og tænasta er tín heimavøllur. Tú selur minnislutir og klæðir við leikvøllir og í Oyggjaleikagøtuni.
Gerst sjálvboðin
Kom og ger mun á Betri Oyggjaleikum 2027. Dámar tær at vera mitt í rokinum ella aftan fyri leiktjøldini? Sama hvat - vit hava uppgávur til øll. Kom við - Føroya størsta tiltak hevur brúk fyri tær. Les meira um uppgávurnar omanfyri 👆🏻