Samband
starvsfólk
















Solby A. Christiansdóttir
Oyggjaleikasamskipari
+298 220120 solby@faroeislands27.foSolby Anna Christiansdóttir er útbúgvið tíðindafólk og hevur aftrat tí BA í føroyskum og bókmentafrøði. Hon hevur starvast í Kringvarpi Føroya í nógv ár og hevur eitt tíðarskeið verið í leiðsluni.
Solby hevur verið virkin í ítrótti frá ungum árum og hevur m.a verið við til at leggja til rættis luttøkuna í UEFA-kappingum hjá KÍ.
Oyggjaleikir hava leingi havt áhuga hennara bæði persónliga og sum tíðindafólk. Kunnleiki hennara til fyriskipan er stórur, og hevur hon fingið serligan kunnleika til leikirnar í starvi sínum sum útvarps- og sjónvarpsvertur á fimm Oyggjaleikum fyri Kringvarp Føroya.














Oyggjaleikanevndin 2027









Teitur Samuelsen
Formaður
+298 231000 teitur@estunlar.fo
Teitur Samuelsen er stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar og p/f Suðuroyartunnilin.
Hann er formaður í føroysku fyrireikingarnevndini, sum eitur Oyggjaleikanevndin 2027. Formaðurin hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av leikunum

Doris Bjarkhamar
Tilbúgving
+298 551050 doris.bjarkhamar@tinganes.fo
Doris Bjarkhamar er ráðgevi á løgmansskrivstovuni.
Hon situr við ábyrgdini fyri tilbúgvingini á leikunum - herundir heilsu og trygd.

Annleyg Lamhauge
Gisting, vistveiting og flutningur
+298 556136 annleyg@visitfaroeislands.com
Annleyg Lamhauge úr Visit Faroe Islands er ein av seks limum í fyrireikingarnevndini og hevur ábyrgd fyri flutningi, gisting og vistarhaldi.

Niels Mortensen
Fíggjarlig og handislig samstørv
+298 216928 niels@sms.fo
Niels Mortensen er stjóri í p/f SMS.
Í fyrireikingarnevndini hevur hann fíggjarlig samstørv, onnur samstørv og handilsliga partin um hendi

Elin Heðinsdóttir Joensen
Ítróttur, ítróttalig og mentanarlig tiltøk
+298 222333 elin@isf.fo
Elin Heðinsdóttir Joensen er forseti í Ítróttasambandi Føroya og saman við einum starvsnevndarlimi umboðar hon ÍSF í fyrireikingarnevndini.
Í Oyggjaleikanevndini hevur hon ábyrgdina av øllum ítróttagreinunum og teimum ymsu tiltøkum á leikunum so sum setan, endahátíð og onnur ítróttalig og mentanarlig tiltøk

Anna Maria Toftegaard
Sjálvboðin, burðardygd, PR og miðlar
+298 548236 annamaria@isf.fo
Anna Maria Toftegaard er starvsnevndarlimur í Ítróttasambandi Føroya, og saman við forsetanum umboðar hon Ítróttasamband Føroya í fyrireikingarnevndini.
Í Oyggjaleikanevndini hevur hon ábyrgdina av teimum sjálvbodnu, burðardygd, PR, kunning og sosialum miðlum.

John Kjær
Oyggjaleikanevndin
+298 790532 john@isf.fo
John Kjær hevur arbeitt við oyggjaleikum, síðani stovnandi limaoyggjarnar hittust á fyrsta sinni í oynni Man í 1984 fyri at kanna undirtøkuna fyri at hava leikirnar í 1985.
Hann var eisini eitt av oddafólkunum, tá ið Føroyar hýstu leikunum í 1989 og hevur líka síðani arbeitt við leikunum.
Nú Føroyar loksins aftur skulu hýsa oyggjaleikunum, er John Kjær líka sjálvsagdur sum vindur í Føroyum og er útnevndur serligur ráðgevi hjá Oyggjaleikanevndini 27.
