Um leikirnar
Góðu miðlar
Vælkomin á miðlasíðuna hjá Betri Oyggjaleikum 2027, sum verða hildnir í Føroyum frá 3. til 9. juli 2027.
Her á síðuni finnur tú kunning, tilfar og samskiftismøguleikar.
Betri Oyggjaleikir 2027 eru higartil størsta einstaka tiltak í Føroyum.
Íðkarar, venjarar, hjálparfólk og gestir úr 23 oyggjasamfeløgum úr øllum heiminum koma til Føroya at kappast í 14 ítróttagreinum í seks dagar.
Hetta er aðru ferð, at leikirnir verða hildnir í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1989.
Dagfesting: 3.–9. juli 2027
Stað: Kappast verður á 30 leikvøllum í 15 ymsum býum og bygdum í seks ymsum oyggjum.
Luttakarar: 2.500-3.000 ítróttafólk úr 24 oyggjum kappast í 14 ítróttagreinum