Maskottur
Vitjar støð og tiltøk sum maskottur ella hjálpari og ert við til at fáa boðskapin um Betri Oyggjaleikir út. Tú heilsar uppá børn og vaksin, skapar gott lag, góðar upplivingar og minnisríkar løtur. Antin ert tú maskottur ella leiðir tú maskottin. Tú ert í góðum lag og skapar lív og gleði rundan um maskottin, ert virkin og livandi í framførsluni við kropsrørslum og stuttligum orðaleysum samskifti.
Her hóska fólk sum:
eru jalig, stuttlig, barngóð, tolin og hava hug til eina heilt serliga uppgávu.