Saint Helena

St Helena

 

Saint Helena er ein fjarskotin oyggj í Suðuratlantshavi og partur av bretska hjálandasamveldinum Saint Helena, Ascension and Tristan da Cunha. Oyggin er umleið 1.874 km úr vesturstrondini av Afrika og er ein av heimsins mest avbyrgdu búsettu oyggjum.

Flogvøllur lat upp í 2017 og so bar til at flúgva til oynna, sum áður bert kundi røkkast við skipi. Flogferðslan er tó merkt av truplum vindviðurskiftum.

Búskapurin er grundaður á kaffiútflutning, ferðavinnu, fiskiskap og sølu av likørum.

Saint Helena hevur egið lóggávuting, Legislative Council, og er sjálvstýrandi í innlendis málum, meðan Bretland umsitur verju og uttanríkismál. Høvuðsstaðurin er Jamestown, og enskt er almenna málið.

Fólkatal: Umleið 4.400
Gjaldoyra: Saint Helena Pound (SHP)
Vídd: 122 km²
Limur í IIGA: 2019