Saaremaa

Saaremaa

 

Saaremaa er størsta og fólkaríkasta oyggj í Estlandi og liggur í Eystarasalti sunnan fyri Hiiumaa. Oyggin er partur av Saare, og Kuressaare er høvuðsbýurin.

Saaremaa liggur í hjartanum á baltiska økinum, sum er ein skjóttvaksandi marknaður. Saaremaa er eitt vaksandi ferðamál - serliga hjá estum sjálvum.

Oyggin hevur nútímans ferjusamband, havn og floghavn.

Størsti parturin av fólkinum í oynni er estiskt (97%), og móðurmálið er estiskt. Teir báðir størstu etnisku minnilutarnir, russar og finnar, eru tilsamans minni enn 3% av íbúgvunum.

Fólkatal: Umleið 35.100
Gjaldoyra: Evra (EUR)
Vídd: 2.673 km²
Limur í IIGA: 1991