Orkney

Orknoyar

 

Orknoyar eru ein oyggjabólkur norðan fyri skotska meginlandið. 20 av umleið 70 oyggjum eru bygdar. Størsta oyggin eitur Mainland, og Kirkwall er høvuðsbýurin.

Oyggjarnar eru partur av Skotlandi við egnum býráði (Orkney Islands Council) og hava verið bygdar í túsundtals ár. Søgan fevnir um bæði piktar og norðbúgvar, og Orknoyar hava nøkur av elstu og best varðveittu fornminnunum frá yngru steinøld í Evropa.

Landbúnaður er týðandi vinna, og varandi orka frá vindi og sjógvi er í stórum vøkstri. Fruktagóða jørðin verður nógv brúkt til dyrkan. 

Veðrið í Orknoyum minnir um føroyska veðrið. Miðalhitin á vetri er 4 stig og 12 stig á sumri. Fólkið kallast orkadianar, og tey tosa eitt serstakt málføri av skotskum.

Fólkatal: Umleið 22.000
Gjaldoyra: Bretskt pund (GBP)
Vídd: 990 km²
Limur í IIGA: 1985 - ein av stovnandi limaoyggjunum