Menorca
Menorka er ein av balearisku oyggjunum, sum liggur í Miðjarðarhavinum og hoyrir til Spania. Hon er minni enn grannaoyggin Mallorca, sum eisini hevur givið henni navn.
Ciutadella og Mahón eru høvuðshavnir og størstu býir í Menorka. Havnin í Mahón er ein av størstu náttúruhavnum í heiminum. Hægsta punktið á Menorka, El Toro, er 358 metrar yvir havinum.
Menorka er partur av einum sjálvstýrandi landsluti saman við hinum balearisku oyggjunum. Katalanskt og spanskt eru bæði almenn mál. Heimafólk í oynni tosa lokala málbrigdið av katalanskum, sum kallast menorquí og spanskt.
Fólkatal: Umleið 99.000
Gjaldoyra: Evra (EUR)
Vídd: 695,8 km²
Limur í IIGA: 2005