Jersey

Jersey

 

Jersey, formliga Bailiwick of Jersey, er tann størsta av kanaloyggjunum og liggur í Ermasundi beint út fyri strondina í útnyrðings-Fraklandi. Oyggin er sjálvstýrandi oyggjaland undir bretsku krúnuni, men er ikki partur av Stóra Bretlandi.

Høvuðsstaðurin er St. Helier, og fíggjartænastuvinnan er høvuðsvinna. Jersey hevur egið løgting, egnan dómstól og egna stjórn, men Stóra Bretland umsitur verju og uttanríkismál.

Mentanarliga sæst bæði bretsk og fronsk ávirkan. Flestu fólk tosa enskt, men jèrriais – eitt søguligt málføri úr normanniskum máli – hevur søguligan og mentanarligan týdning, eins og fronsk ávirkan sæst í nógvum staðarnøvnum. 

Fólkatal: Umleið 103.300
Gjaldoyra: Bretskt pund(GBP)
Vídd: 119,6 km²
Limur í IIGA: 1985 - ein av stovnandi limaoyggjunum