Isle of Wight
Isle of Wight er bretsk oyggj í Ermasundi beint uttan fyri Hampshire. Wight er størsta oyggin í Onglandi og verður nevnd "Oyggin" av heimafólki. Við sínum milda veðurlagi og grønu náttúru við bøum, heiðalandi og gjáum er hon eitt vælvitjað frítíðarstað.
Býurin Newport miðskeiðis í oynni er høvuðshandilsstaðurin og Ryde, sum er størsti býur, hevur elstu strandgongubrúgv í Onglandi.
Ferðavinna er størsta vinnan, og oyggin er kend fyri tónleikafestivalar og søgulig ferðamál frá viktoriansku tíðini. Sjóvinna og ídnaður, sum t.d. bátasmiðjur og segldúksframleiðsla hava eisini verið týðandi.
Oyggin hevur ferjusamband við meginlandið, og eingin stórur flogvøllur er í oynni.
Fólkatal: Umleið 140.800
Gjaldoyra: Bretskt pund(GBP)
Vídd: 380 km²
Limur í IIGA: 1985 - ein av stovnandi limaoyggjunum