Isle Of Man

Isle of Man

 

Oyggin Man er sjálvstýrandi oyggj undir bretsku krúnuni í írska havinum millum Ongland og Írland. Oyggin hevur egna stjórn og egið ting, Tynwald, sum verður sagt at hava verið støðugt til síðan 979 ella fyrr og verður hildið at vera elsta støðuga tingið í heiminum. 

Fólk hava búð í oynni síðani fyri 6500 f.Kr., og høvuðsstaðurin eitur Douglas.

Stjórnin í Bretlandi umsitur verju og uttanríkismál, meðan innlendismál eru undir fullum sjálvstýri.

Búskapurin byggir á fíggjarvinnu, KT og ferðavinnu. Oyggin er eisini kend fyri TT-motorsúkklukappingarnar og Manx-kettuna, ið hevur stuttan ella ongan hala.

Og tað var í oynni Man í 1985, at fyrstu oyggjaleikirnir vóru. 

Fólkatal: Umleið 84.500
Gjaldoyra: Isle of Man Pound (IMP)
Vídd: 574 km²
Limur í IIGA: 1985 - ein av stovnandi limaoyggjunum