Hitra(NO Flag)

Hitra

 

Hitra er ein oyggj í Hitra kommunu í Trøndelag í Noregi. Oyggin er sjeyndstørsta oyggj í Noregi (uttan Svalbard) og størsta oyggj sunnan fyri Lofoten.

Oyggin liggur millum Trondheimssundið og Frøyafjørðin, beint í ein landsynning av munnanum til Trondheimsfjørðin.

Flestu íbúgvarnir í oynni búgva nærhendis strondini. Størstu bygdirnar eru Fillan, Sandstad, Hestvika, Kvenvær, Ansnes og Melandsjøen.

Kommunan fevnir um oynna Hitra og smærri oyggjar, hólmar og sker í hundraðtali umframt eitt øki á meginlandinum. Hon er partur av Fosen økinum. Fyrisitingarliga miðdepilin í kommununi er bygdin Fillan.

Hitra og Frøya hava samband gjøgnum undirsjóvartunnil.

Fólkatal: Umleið 5.300
Gjaldoyra: Norska krónan (NOK)
Vídd: 571,5 km²
Limur í IIGA: 1985 - ein av stovnandi limaoyggjunum