Guernsey

Guernsey

 

Guernsey er næststørsta oyggin av kanaloyggjunum í Ermasundi og tann størsta í Bailiwick of Guernsey, sum eisini fevnir um fimm aðrar oyggjar. Tær eru Alderney, Herm, Jethou, Lihou og Sark – umframt fleiri smáar hólmar og sker.

Guernsey verður stýrt sum partur av Bailiwick of Guernsey, sum er eitt sjálvstýrandi hjáland undir bretsku krúnuni. Oyggin er sostatt ikki partur av Stóra Bretlandi, hóast bretska stjórnin hevur ávísar ábyrgdir mótvegis økinum.

Guernsey er býtt sundur í tíggju sóknir, og høvuðsstaðurin er Saint Peter Port.

Fíggjartænastuvinnan er høvuðsvinnan í Guernsey, meðan ferðavinna og landbúnaður eisini hava týdning.

Mentanin í Guernsey er nógv ávirkað av Bretlandi, og móðurmálið hjá teimum flestu er enskt. Tó er guernésianskt – eisini kent sum normanskt franskt ella Guernsey-franskt – móðurmál hjá summum.

Fólkatal: Umleið 64.400
Gjaldoyra: Guernsey Pound (GPP)
Vídd: 62 km²
Limur í IIGA: 1985 - ein av stovnandi limaoyggjunum