Greenland

Grønland

 

Grønland er heimsins størsta oyggj og fekk sjálvstýri í 2009. Landið er í ríkisfelagsskapi við Danmark og Føroyar, og meginparturin av grønlendska fólkinum býr í teimum størstu býunum fram við strondini – eitt nú í høvuðsstaðnum Nuuk.

Umleið 80 % av Grønlandi eru hildin undir ísi, og ferðing millum bygdir og býir fer oftast fram við flúgvara ella báti, tí vegasamband manglar. Samfelagið er í stóran mun sjálvbjargið, og nógv verður raðfest í at tryggja vælferð í øllum økjum.

Fiskivinnan stendur fyri meginpartinum av útflutninginum, og landið arbeiðir við at menna aðrar vinnur so sum ferðavinnu og námsvinnu. Útbúgvingarskipanin fevnir um bæði yrkis- og hægri lestrarleiðir, og háskúlin Ilisimatusarfik liggur í Nuuk.

Fólkatal: Umleið 56.700
Gjaldoyra: DKK
Vídd: 2.486.000 km2
Limur í IIGA:  1989