Gozo
Gozo er næststørsta oyggj í Malta aftan á Malta og er bundin saman við Malta við ferju og tyrlutænastu.
Oyggin er eisini kend sum "Oyggin við teimum trimum heyggjunum", men í veruleikanum hevur hon nógvar keiluskapaðar hæddir, sum líkjast útdeyðum gosfjøllum.
Høvuðsbýurin, Victoria, eisini nevndur Rabat, liggur nærum mitt í oynni á einum av fleiri brøttum heyggjum.
Gozo verður mett at vera fruktbarari enn Malta og er sera bundin at landbúnaði, har tey dyrka frukt, grønmeti, víndrúvur og framleiða mjólkarvørur. Fiskiskapur hevur eisini týdning, og ferðavinna er um at gerast týdningarmesta búskaparliga virksemið.
Gozo er nýggjasta limaoyggj í IIGA.
Fólkatal: Umleið 31.200
Gjaldoyra: Evra
Vídd: 67 km²
Limur í IIGA: 2022