Gotland
Gotland er størsta oyggj í Svøríki og fevnir um oyggjarnar Fårö og Gotska Sandön í norðri umframt Karlsoyggjarnar (Lilla og Stora) í vestri. Visby er høvuðsbýur. Gotland er ein fult integreraður partur av Svøríki uttan nakað serligt sjálvræði.
Oyggjabólkurin er eitt sera vælumtókt ferðamál hjá svium, sum búgva á meginlandinum, og fólkatalið veksur sera nógv um summarið. Á vetri er Gotland vanliga umgyrt av ísfríum sjógvi og hevur milt veður.
Týdningarmestu inntøkukeldurnar eru landbúnaður, matvøruframleiðsla, ferðavinna, KT-tænastur, sniðgeving og nakað av tungum ídnaði, so sum betongframleiðsla úr lokalt útvunnum kálksteini.
Tey siðbundnu landskapini í Svøríki hava í dag ongan umsitingarligan ella politiskan týdning, men eru søgulig og mentanarlig eindir. Almenna málið er svenskt.
Fólkatal: Umleið 61.000
Gjaldoyra: Svensk króna (SEK)
Vídd: 3.140 km²
Limur í IIGA: 1985 - ein av stovnandi limaoyggjunum