Gibraltar
Gibraltar er bretskt hjáland, sum liggur syðst á Iberisku hálvoynni. Gibraltar hevur mark í norðuri við Spania (Campo de Gibraltar). Landslagið er eyðkent av Klettinum Gibraltar, og við fótin á honum er eitt tættbygt býarøki.
Sambært galdandi grundlóg hevur Gibraltar nærum fult innanhýsis sjálvstýri við einum parlamenti, sum verður valt fjórða hvørt ár.
Fullveldið yvir Gibraltar er eitt stríðspunkt í bretsk-sponsku viðurskiftunum, tí Spania ger krav upp á økið. Gibraltarar vístu við stórum meiriluta aftur uppskotum um spanskt fullveldi á fólkaatkvøðu í 1967, og felags fullveldi á fólkaatkvøðu í 2002.
Hóast tað hevur Gibraltar búskaparlig og mentanarlig bond við Spania, og nógvir gibraltarar duga spanskt og eina eina lokala dialekt, sum verður nevnd Llanito, men almenna málið er enskt.
Búskaparliga grundarlagið hjá Gibraltar eru fíggjartænastur, e-spøl, ferðavinna og havnin. Síðani Brexit er Gibraltar ikki longur limur í Evropasamveldinum.
Fólkatal: Umleið 34.000
Gjaldoyra: Gibraltar-pund (GIP)
Vídd: 6,8 km²
Limur í IIGA: 1987.