Faroe Islands

Føroyar

 

Føroyar eru eitt sjálvstýrandi oyggjaland við 18 oyggjum í Norðuratlantshavi í millum Ísland, Noreg og Skotland. Flestu oyggjarnar eru bygdar og bundnar saman við vegum, brúm og undirsjóvartunlum. Tórshavn er høvuðsstaður og hýsir bæði landsstýri og løgtingi. 

Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Grønland og Danmark, men hava egið lóggevandi vald, egna skattaskipan og sjálvræði í næstan øllum viðurskiftum – undantikið verju- og uttanríkismál.

Fiskivinna og alivinna eru høvuðsvinnur, men tøkni, ferðavinna og skapandi vinnur eru í stórum vøkstri. Føroyar hava eitt ríkt mentanarlív og eru kendar fyri tónleik, list, ítrótt og sermerkta náttúru.

Føroyingar eru fleirmæltir, men móðurmálið er føroyskt. Hini málini eru serliga danskt og enskt. 

Fólkatal: Uml. 54,000
Gjaldoyra: Donsk króna (DKK)
Vídd: 1,399 km²
Limur í IIGA: 1985 – ein av stovnandi limaoyggjunum