Falklandsoyggjar
Falklandsoyggjar eru ein oyggjabólkur í Suðuratlantshavinum á Patagoniska landgrunninum.
Oyggjabólkurin fevnir um Eysturfalkland, Vesturfalkland og 776 smærri oyggjar. Sum bretskt hjáland hava Falklandsoyggjar innanhýsis sjálvstýri, men Stóra Bretland hevur ábyrgdina av teirra verju og uttanríkismálum. Høvuðsstaðurin og størsta búsetingin er Stanley í Eysturfalklandi.
Falklandsoyggjar eru ikki fólkaríkar. Íbúgvarnir eru fyrst og fremst fólk, sum eru fødd í Falklandsoyggjum, har meginparturin er av bretskari ætt, men fraklendingar, gibraltarar og skandinavar búgva eisini har. Ráðandi og almenna málið er enskt.
Innflyting úr Stóra Bretlandi, suðuratlantisku oynni Sankta Helenu og Kili hevur vent eini gongd við minkandi fólkatali. Týðandi búskaparligt virksemi fevnir um fiskiskap, ferðavinnu og seyðahald, við denti á útflutning av hágóðsku ull.
Fólkatal: uml. 3.800
Gjaldoyra: Falklands pund (FKP)
Vídd: 12.000 km²
Limur í IIGA: 1991