Caymanoyggjar
Caymanoyggjar eru sjálvstýrandi bretskt hjáland. Oyggjarnar fevna um tríggjar oyggjar: Grand Cayman, Cayman Brac og Little Cayman, sum liggja sunnan fyri Kuba og í ein landnyrðing úr Honduras millum Jamaika og Yucatán-hálvoynna í Meksiko.
Høvuðsstaðurin er George Town, ið liggur á Grand Cayman, sum er tann fólkaríkasta oyggin. Caymanoyggjar verða landafrøðiliga roknaðar at vera partur vestara Karibia-økinum og Stóru Antillunum.
Økið er ein týðandi fíggjarligur miðdepil hjá altjóða fyritøkum og múgvandi fólki, serliga tí at staturin ikki krevur skatt av inntøku ella ogn. Við einum BTÚ upp á 109.684 amerikanskar dollarar fyri hvønn íbúgva hava Caymanoyggjar hægsta livistig í Karibia, og eitt av teimum hægstu í heiminum.
Innflytarar úr yvir 140 londum og økjum búgva í Caymanoyggjum, og almenna málið er enskt.
Fólkatal: Umleið 87.900
Gjaldsoyra: Bermuda dollar (BMD)
Vídd: 264 km²
Limur í IIGA: 1997