Bermuda Nobg

Bermuda

 

Bermuda er bretskt hjáland í Norðuratlantshavi. Talan er um oyggjabólk við 181 oyggjum, sum hava tropiskt veðurlag - tað vil siga mildar vetrar og heit summur.

Talan er um sjálvstýrandi parlamentariskt fólkaræði, og tingið hevur sæti í høvuðsstaðnum Hamilton. Tinghúsið (House of Assembly) er frá 1620 og er eitt av heimsins elstu tingum. Fólkaatkvøða um sjálvstýri var í 1995, og ein stórur meiriluti atkvøddi í móti sjálvstýri.

Bankavirksemi og annað fíggjartænastuvirksemi eru umleið 85% av BTÚ, meðan ferðavinna er næststørsta vinnan við 5%. Lívskorini eru góð, og Bermuda hevur eitt av hægstu BTÚ fyri hvønn íbúgva í heiminum.


Fólkatal: Umleið 64.000
Gjaldoyra: Bermuda dollar (BMD)
Vídd: 54 km²
Limur  í IIGA: 2001