Alderney

Alderney

 

Alderney er norðasta kanaloyggin, har fólk eru fastbúgvandi, og oyggin er partur av Bailiwick Guernsey. Harafturat er Alderney tann kanaloyggin, sum er næst Fraklandi og Stóra Bretlandi.

Høvuðsbýur er Saint Anne, søguliga kendur sum La Ville ('Býurin'). Vitjandi og nýggir tilflytarar kalla býin Saint Anne, meðan tey lokalu La Ville. 

Stjórnin í Alderney er lóggevandi vald, og tvey umboð eru í stjórnini í Guernsey. Stjórnin er samansett av forsetanum, sum verður beinleiðis valdur fjórða hvørt ár, og tíggju tinglimum, harav helvtin verður vald annaðhvørt ár at sita í fýra ár. 

Oyggin er eitt valdømi og hevur fult sjálvræði í øllum lógarmálum uttan uttanríkis- og verjumálum. Tó eru formligar avtalur millum stjórnirnar í Alderney og Guernsey, sum verða kallaðar "fluttar tænastur". Hesar fevna um løgreglu, toll og punktskatt, floghavnarvirksemi, heilsu, útbúgving, almannaverk, barnaansing og ættleiðing. 

Fólkatal: Umleið 2.200
Gjaldoyra: Bretskt pund sterling (GBP)
Vídd: 8 km²
Limur í IIGA: 1985 – ein av stovnandi limaoyggjunum