Aland

Áland

 

 Álendingar hava sína egnu stjórn, fíggjarlóg, egið ting og rætt til at lóggeva í útbúgving og undirvísing, heilsuverki, handli og vinnu, kommunalari umsiting og ferðslu og samferðslu.

Fyrsta tingið í Álandi kom saman 9. juni 1922, og 9. juni verður tí hátíðarhildin sum tjóðardagur í Álandi.

Áland bjóðar útbúgving á universitetsstigi. Útbúgvingarskipanin í Álandi líkist skipanini í Finnlandi og Norðurlondum, og undirvísingarmálið í Álandi er alment svenskt.

Mariehamn er høvuðsstaður í Álandi og hýsir sætinum hjá bæði stjórn og tingi. Býurin er ein týðandi summarbýur fyri altjóða ferðavinnu, og 1,5 milliónir ferðafólk vitja árliga.

 Umleið 82% av íbúgvunum hava svenskt sum móðurmál.

Fólkatal: Umleið 30.600
Gjaldoyra: Evra
Vídd: 1.580 km² 
Limur í IIGA: 1985 – ein av stovnandi limaoyggjunum