Vøllurin í Miðvági
Bogaskjótingin á Oyggjaleikum 2027 fer fram á fótbóltsleikvøllinum í Miðvági í Vágum. Vøllurin verður umskapaður til eina bogaskjótibreyt, og rundan um leikvøllin eru allir neyðugir hentleikar.
Undirlagið á skjótibreytini er graslíki, og eftir ætlan verða 30-35 skivur settar upp.