Vesturi Á Eiðinum Comp

Vesturi á Eiðinum

 

Fótbóltur verður skipaður sum ein landsfevnandi kapping við dystum á fleiri vøllum kring alt landið.

Ein av fótbóltsvøllunum er vesturi á Eiðinum í Vági.

Allir vøllir eru graslíki og lúka í minsta lagi FIFA 1 Star treytunum fyri stoytjavnan. Tað eru í minsta lagi 300 setur kring vøllin við taki/yvirdekningi.

Umklæðingarrúm til leikarar hava pláss til minst 20 fólk, eru í minsta lagi 20 fermetrar og hava í minsta lagi fimm brúsur og eitt vesi.

Dómarar hava egin hølið við minst einari brúsu. Harumframt er rúm til fyrstuhjálp við nøktandi útgerð til áskoðarar og/ella leikarar.

Tað er í minsta lagi eitt vesi pr. 200 kvinnur og eitt vesi og pissoir pr. 200 menn, eins og rørslutarnað eisini hava atgongd til vesi.

Leikvøllur

Eiðisvegur

FO-900 Vágur

Faroe Islands

Show Directions